Byggikubbarnir til málið/í málinum.
Uppskot til undirvísingargongd
í mállæru
til fólkaskúlanæmingar
5. flokkur
Til
læraran: Her er eitt uppskot til eina undirvísingargongd
í føroyskum, har arbeitt verður við
orðaflokkum.
Næmingarnir
hoyra um hugtakið
orðaflokkar
– fyrst, har vit nýta talvuna og eina føroyska
mállæru, sum hóskar til floksstigið. Víst
verður møgl. til ”Fundamentals” –
ORDKLASSER side 3, afsnit P3 og Word classes (da). Kann verða
nýtt frá 7.-8. flokki.
Aftaná
arbeiða næmingarnir ein og ein, har teir venja føroysk
og latínsk heiti, og tey nýta Match form sum
hjálpiamboð.
Síðan
halda tey áfram at venja ein og ein, har tey nýta
Paintbox Game sum hjálpiamboð. Gev
gætur, at tað ber til at avmarka talið av orðaflokkum.
Tá
ið næmingurin dugir orðaflokkarnar, kann hann venja
víðari sjálvur, har hann nýtir ”Wordfall”
og ”Shooting Gallery”. Gev gætur, at tað ber
til at avmarka talið av orðaflokkum og at velja stig.
Tá
ið næmingurin dugir allar orðaflokkarnar væl, er
tíð at fara at arbeiða við ”Labyrinth”.
Tá stýrir teldan spælinum. Næmingurin kann
hvørki velja tal av orðaflokkum ella stig.
Nakrir
næmingar hava kanska enn tørv á at arbeiða
meir við fyrru spølunum, meðan næmingarnir, sum
nú duga orðaflokkarnar, kunnu kappast um at koma ovast upp
á toppskori-listan.
Formspøl
Match
Form
Paintbox
Game
WordFall
Shooting
Gallery
Labyrinth
”Match
Forms”
Vel
Quizzes/spurnarkapping. Vel so føroyskt (Faroese + flagg) og
síðan Match Forms.
Í
hesi spurnarkapping kann næmingurin royna, hvat hann veit um
orðaflokkar bæði á føroyskum, donskum og
enskum. Til ber eisini at læra um súmbol og litkodur hjá
VISL til ymisku orðaflokkarnar. Í øllum førum
gongur spurnarkappingin út uppá, at tú at tú
skalt fáa innihaldið í einum teigi at passa saman
við innihaldinum á einum øðrum teigi.
Innihaldið í hvørjum teigi kann brúkarin
velja. Ein góð venjing er at
fáa føroysku heitini at passa saman við latínsku
heitunum. (dansk 1). Venjingin verður vald undir ”Nýggj
quiz/spurnarkapping”
Fundamentals
– ORÐAFLOKKAR, síða 3, partur P3
”Paintbox
Game”
Soleiðis
spælir tú hetta spælið:
Trýst
fyrst á
”Paintbox Game” undir ”Games”. Gera so av, um
tú vilt spæla við ”Pre-analyzed sentence”
ella Automatic parse” (GG: ”Automatic parse” =
”Machine analysis”)
”Pre-analyzed
sentence”: Vel
”Pre-analyzed
sentence”. So fært tú 2 møguleikar. Royn
báðar:
*Skriva
einki í vindeygað
(Klikk á
”Reset”, um tað er neyðugt at strika
tekst í
vindeyganum, klikk á ”Go”, so fært tú
ein tilvildarligan setning úr savninum av ”preanalyseraðum”
setningum.
ELLA:
*Vel
ein av teimum preanalyseraðu
setningunum
undir ikoninum
fyri setningar
til fólkaskúlan. Ynskir tú meir avbjóðandi
setningar, klikkir tú á eitt av teimum ikonunum, sum
standa fyri ymiskum søvnum av setningum og rullar niður,
til tú finnur tann setningin, sum tú ynskir. Klikk so á
tað lítla ”Paintbox” ikonið vinstumegin
setningin.
Tá
ið setningurin kemur til sjóndar í Paintbox, spælir
tú
við at tú
klikkir á ein lit, og síðan klikkir tú á
orðið í setninginum, sum tú ynskir. Tú
kanst eisini fáa at vita, hvat hvørt litað súmbol
merkir, um tú nertir við súmbolið við
vísaranum.
Hevur tú
brúk fyri hjálp, kanst tú klikkja á
”VÍS”. Tú spælir upp á tíð:
tá ið tú ert liðugur at velja orðaflokkar
til allan setningin, steðgar urið og vísir hvussu nógv
sekund, tú hevur brúkt. Klikk á ”Umaftur”
fyri at royna
sama setning umaftur ella á ”Nýggjan setning”
fyri at fáa ein nýggjan setning. Gev gætur: Tá
ið tú ert í ”Paintbox”, kanst tú
minka um talið av orðaflokkum, sum tú ynskir at brúka
í spælinum, við at klikkja á ”Byrja
val”.
Síðan
klikkir tú á teir gráu rundingarnar og velur
teir orðaflokkarnar, sum tú ynskir, og til endans klikkir
tú á ”Steðga vali”. Spælið
kann nú spælast við færri orðaflokkum.
”Automatic
parse”: Klikk á ”Automatic parse” beint uppi
yvir greiningarvindeyganum. Skriva ein setning í
greiningarvindeygað. Trýst so á ”Enter”
ella á ”GO”. Bíða, meðan teldan
finnur fram til teir hóskandi orðaflokkarnar í
setninginum. So fer spælið í gongd sum omanfyri, men
við tínum egna setningi. Ansa eftir: Teldan kann taka
feil, tá ið tú sjálvur hevur gjørt
setningarnar.
Fundamentals
– ORÐAFLOKKAR. Síða 3, partur P3
Word
classes (da) – orðaflokkar
”WordFall”
Klikk
fyrst á ”WordFall” undir ”Games”.
Klikk so á ”Play”-knøttin. Les
hjálpiskránna,
áðrenn spælið verður sett í gongd.
Skotið
verður upp, at tú, fyri at læra eitt sindur um
valmøguleikarnar í hesum spælinum, spælir
”WordFall” 2 ferðir, har tú velur hesi:
*Spæl
1: Klikk á ”Spæl”-skránna. Undir
”Stig” velur tú ”Byrjari”. Undir
”Orðaflokkar” í somu skrá velur tú
”Sjálvgjørt”, har tú markerar ”n”
(fyri navnorð/substantiv) og ”adj” (fyri
lýsingarorð/adjektiv). Klikk so á ”OK”.
Trýst nú á F2 (ella vel ”Start Game”
í ”Game”-skránni).
*Spæl
2: Ynskir tú eitt meir avbjóðandi spæl, velur
tú ”Expert/serfrøðingur” stig og
”All/allir” orðaflokkar.
Teldan
velur nú ein setning og letur eitt og eitt orð detta
tilvildarliga niður í móti raðnum av
orðaflokkabólkum niðast á skerminum. Í
Spæli 1 eru bara ”n” og ”adj” (Í
spæli 2 eru allir orðaflokkar). Málið er at fáa
tey einstøku orðini inn í tann rætta flokkin
við at brúka pílaknøttarnar (Ikki við
músini). Vinstri og høgri pílaknøttur
flyta tey dettandi orðini til vinstru og høgru, og
pílaknøtturin niðureftir fær orðið
til skjótt at detta niður í tann valda bólkin.
Tú fært 10 stig, hvørja ferð tú bólkar
rætt, og tú missir 5 stig, hvørja ferð tú
bólkar skeivt. Bólkar tú øll orðini í
einum setningi rætt, fært tú eykastig. Hvørja
ferð, tú gert ein feil, verður tað skrivað upp
í ”Penalty box”. Aftan á 5 ”straffstig”
minkar spælirúmið, tí nú kemur ein
múrur ovast á skerminum. Spælið er liðugt,
tá ið allur skermurin er fjaldur av einum múri. Tú
kanst altíð steðga spælinum við, at tú
undir ”Game” velur ”Stop Game” ella ”Quit”.
Tá
ið spælið er liðugt, kemur ”Statistics”
fram. Her sært tú, hvørjar orðaflokkar, tú
dugir væl (grønur litur), og hvørjar tú
hevur trupulleikar við (reyður litur). Teldan bjóðar
tær nú eitt eitt spæl serliga gjørt til
tín. (Do you
want a custom-made game, to improve your score? Vilt
tú hava eitt spæl, sum er serliga gjørt til tín,
so tú kanst gerast betri og samstundis økja um tíni
stig?)
Góðtekur
tú tilboðið (við at klikkja á ”yes”),
heldur spælið áfram, men bara við teimum
orðaflokkunum, sum hava volt trupulleikar.
Til
endans fært tú møguleika at skriva títt
egna navn (ella alias) og land upp, um tú ert áhugað(ur)
í at koma á heimsins ”high score” lista
fyri júst hesa skipanina av stig- og orðaflokkavali. (Legg
til merkis, at tað er eingin ”high-score” listi í
teimum spølunum, har tú sjálvur hevur valt
orðaflokkarnar – t.v.s. har tú hevur valt ”Custom”
undir ”Word Classes” í ”Game”
skránni.)
Word
classes (da) – orðaflokkar
”Shooting
Gallery”
Klikk
fyrst á ”Shooting Gallery” undir ”Games”.
Klikk so á ”Play” knøttin.
Skotið
verður upp, at tú, fyri at læra eitt sindur um
valmøguleikarnar í hesum spælinum, spælir
”Shooting Gallery” 2 ferðir, har tú velur
hesi:
*Spæl
1: Undir ”Stig” í ”Game” skránni
velur tú ”Byrjari” og undir ”Word classes”
velur tú ”Nouns & verbs”.
*Spæl
2: Undir ”Stig” velur tú ”Intermediate”
og undir ”word classes” velur tú ”major”.
(”Major” merkir ”Major word classes” =
navnorð, sagnorð, lýsingarorð og hjáorð.)
Málið
við hesum spælinum er at skjóta niður orð,
sum hoyra til tann orðaflokkin, sum teldan velur. Spælið
verður sett í gongd, við at tú trýstir á
F2 (ella, við at tú velur ”Start Game” undir
”Game”-skránni). Tú brúkar músina
til at skjóta tey orðini, tú heldur hoyra til
bólkin. Rakar tú rætt, gerst orðið grønt,
meðan tað dettur niður, og tú fært 10 stig
afturat tínum úrsliti. Skjýtur tú skeivt,
gerst orðið reytt, og rætti orðaflokkurin kemur til
sjóndar, meðan orðið dettur niður – og
tú missir 5 stig.
Tað
eru 10 partar (”Parts”) í spælinum. Hvør
partur hevur 10 setningar. Dugir tú væl at spæla,
kemur tú í gjøgnum 100 setningar. Spælið
endar ávegis, um tú rakar skeivt 5 ferðir
(”Innocent shot”), ella um í minsta lagi 5 av
teimum orðunum, tú skuldi havt skotið niður, klára
at koma á skermin uttan at verða rakt (”Escapees”).
Ert tú nøgdur við títt úrslit, kanst
tú seta tað inn á ”high score”-listan.
GG: Undir ”Word classes” finnur tú, umframt ”Nouns
& verbs” og ”Major”, eisini ”Minor”
(= ”minor word classes” = fyrisetingar, sambindingarorð,
fornøvn og kenniorð) og ”All” (= allir
orðaflokkar). Word Classes (da) – orðaflokkar.
”Labyrinth”
Klikk
fyrst á ”Labyrinth” undir ”Games”.
Klikk so á
”Play”-knøttin.
Í
hesum spælinum hevur tú ikki møguleika at velja
”niveau/stig”. Teldan ger av, hvørjir setningar
verða brúktir, og spælið brúkar allar
orðaflokkar, sum hava týdning. Teldan velur ein
tilvildarligan setning frá savninum av greinaðum
setningum, og tú
skalt fara í gjøgnum eina labyrint, har tú skalt
velja rætta orðaflokkin fyri orðið, sum teldan
hevur tikið fram í setninginum. Gongdin
í gjøgnum villiniborgina er ymisk frá setningi
til setning. Tú sleppur út úr villiniborgini, tá
ið tú velur rætt í síðsta orðinum.
Spælið
verður sett í gongd við, at tú klikkir við
músini á spæliplátuna. So kemur ”Grammar
man” flúgvandi inn við fallskíggja og lendir
í einum av fýrakantunum. Tú flytir hann við
hjálp av pílaknøttunum (músin verður
bara brúkt, tá ið spælið skal setast í
gongd) og nú skalt tú royna at velja rætta
orðaflokkin við allar ”krossvegir”. Verða
allir møguleikar, sum tú fært, skeivir, kanst tú
bróta í gjøgnum teir gráu fýrakantarnar
fyri at finna tann rætta orðaflokkin. Tú hevur ikki
loyvi at bróta í gjøgnum teir gráu
fýrakantarnar, um møguleiki er at velja rætta
orðaflokkin. Tað er ikki gjørligt at venda aftur.
Eina
ferð fer eitt spøkilsi (sum hoyrist væl, tá
ið tað kemur) at fylgja eftir ”Grammar man”.
”Grammar man” skal nú skunda sær í
gjøgnum villiniborgina, áðrenn spøkilsið
etur hann.
Hvørja
ferð tú ert komin í gjøgnum eina
villiniborg, fært tú nakrar gimsteinar, sum detta niður
í eina skattakistu, sum virðisløn. Torførari
villiniborgin er, størri er virðislønin. So hvørt
sum skattakistan fyllist, flytur spøkilsið seg skjótari
og skjótari.
Tú
fært 5 stig hvørja ferð, ”Grammar man”
megnar at koma fram við einum krossvegi, og tú missir 5
stig hvørja ferð, tú velur skeivt. Tú hevur
6 ”lív” í spælinum – tað,
sum tú byrjar við, pluss fimm kopiir/ ”Grammar man”
afturat, sum tú sært uppi yvir úrslitinum.
Hvørja ferð, tú missir eitt lív, verður
ein maður krossaður av.
Spælarar
kunnu samanbera síni úrslit við úrslitini
hjá øðrum spælarum runt um í heiminum
og leggja afturat møgulig ”high scores”.
Word
classes (da) – orðaflokkar.
|